Innanlands

- Mesta arbeiðsloysi verður mest sannlíkt seks prosent

Hetta er tað, sum løgmaður metir er mest sannlíkt útfrá tølunum hjá ALS og tí gongdini, sum er

Í svar til fyrispurning frá Bjørt Sameulsen sigur Bárður á Steig Nielsen, at alt bendir á, at støðan viðvíkjandi arbeiðsloysinum ikki fer at verða so ring (Mynd: Sverri Egholm)

Í svar til fyrispurning frá Bjørt Sameulsen sigur Bárður á Steig Nielsen, at alt bendir á, at støðan viðvíkjandi arbeiðsloysinum ikki fer at verða so ring (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-27 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen svaraði í gjár grein 52 fyrospurningi, sum Bjørt Samuelsen setti 13. mai. Hann varð deildur upp í seks punkt - ella seks ymiskar spurningar.

Løgmaður greiddi í fyrsta svarinum frá støðuni í ferðavinnuni, og hvussu landstýrið nú fer at royna at hjálpa ferðavinnuni.

Ætlanin um hjálp til ferðavinnuna verður løgd fyri løgtingið í komandi viku


Bjørt Samuelsen spurdi eisini um yvirskipaðu støðunum hjá fyritøkum og viðvíkjandi arbeiðsloysi, um ætlanin var at lengja skipanina við ALS, og um endurgjald fer at verða veitt til firtøkur, ið eru illa sperdar orsakað av koronastøðuni.

Í svarinum kom Bárður inn á tølini hjá ALS, ið millum annað vísa, at alt fleiri starvsfólk fara úr lønarískoytisskipanini - hetta er tí, at fyritøkur eru farnar meira til verka aftur: 

- Tann 4. apríl vóru 4320 fólk í skipanini. Tann 25 mai var hetta talið 2266

- Verður roknað við, at øll tey, um í dag eru í lønarískoytisskipanini hjá ALS, fara yvir í vanligu arbeiðsloysistryggingina, verður mesta arbeiðsloysið 11 %. Hetta er tó, sum gongdin higartil vísir, lítið sannlíkt. Meira sannlíkt er, at umleið helvtin av teimum, sum eru í lønarískoytisskipanini hjá ALS, í eitt tíðarskeið fara yvir í vanligu arbeiðsloysistryggingina. Í tí førinum verður mesta arbeiðsloysi umleið

Hetta talið, staðfestir løgmaður, er ov høgt, men tað er ikki væntanti, at talan er um eina varandi støðu, tí fyritøkur fara at seta fólk aftur í starv, og tí vinnulívið grundleggjandi er væl fyri at standa ímóti kreppuni. 

- Verðr gongdin øðrvísi og veri enn væntað kunnu fleiri tiltøk koma uppá tal seinni, skrivar løgmaður at enda.  

Sí spurningarnir og svarini her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder