– Vit mugu ikki billa okkum inn, at okkara virði sum menniskju verður mátað eftir, hvussu ofta tað stendur 12 í próvnum.
Tað sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen í heilsan til tey, sum í summar hava fingið prógv.
– Tað er kanska eisini løgið av einum landsstýrismanni í útbúgvingarmálum at siga, at tíni próvtøl ongan týdning hava. Heldur skuldi eg kanska verið tann, sum strongdi á teg at lesa meira og útbúgva teg væl.
– Men eg vil bara fortelja tær, at ikki eina ferð eri eg blivin biðin um at vísa míni próvtøl. Ikki eina ferð hevur ein arbeiðsgevari spurt um at síggja mítt prógv. Eg minnist satt at siga ikki, hvat stendur í mínum prógvi, tí tað hevur nærum ongan týdning havt fyri meg, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Landsstýrismaðurin heldur, at hvussu vit eru sum menniskju, er nógv meira umráðandi enn hvussu ofta tað stendur 12 í próvnum.
– Nógv meira umráðandi er tað, hvussu vit eru sum menniskju. Møta vit øðrum við opinleika og umsorgan? Vísa vit virðing fyri øðrum, sum ikki síggja út ella hugsa sum vit sjálvi gera? Og hvat fylla vit okkara gerandisdag við? Hesi eru tey veruligu virðini, haldi eg. Og eg tori næstan at siga, at minnist tú til at fara væl við teimum rundanum teg, so letur tað fleiri hurðar upp fyri tær, enn nakað 12 tal, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald