Uttanlands

– Mojtaba Khamenei hevur tað gott

Amerikanski forsetin hevur sagt, at hann ivast í, um nýggi iranski leiðarin, sum ikki hevur verið sæddur alment síðan 8. mars, er á lívi, men tað er hann sambært iranska uttanríkismálaráðharranum

Mynd av Mojtaba Khamenei í Jemen (Mynd: EPA)

Mynd av Mojtaba Khamenei í Jemen (Mynd: EPA)

2026-03-15 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei "hevur tað gott" og "hevur fult tamarhald á støðuni", sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.

Mojtaba Khamenei hevur ikki verið sæddur alment, síðan hann varð útnevndur til leiðari 8. mars, og heldur ikki eru myndir almannakunngjørdar av honum, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar.

Hósdagin varð fyrsta almanne fráboðan hansara lisin upp í iranskum sjónvarpi, men Mojtaba Khamenei hevur ikki verið sæddur alment, síðan hann varð útnevndur til leiðari 8. mars. Heldur ikki eru myndir almannakunngjørdar av honum, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar, skrivar Ritzau.

Fráboðanir hava verið um, at Khamenei er særdur, men amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg ivast í, um nýggi iranski leiðarin yvirhøvur er á lívi.

USA hevur lovað finningarløn á umleið 10 milliónir dollarar - 65,5 milliónir krónur - fyri upplýsingar um hvar Mojtaba Khamenei er staddur.

Finningarløn verður eisini latin fyri upplýsingar um níggju onnur iransk embætisfólk, m.a. innlendismálaráðharran og ráðharran fyri fregnartænasturnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder