Innanlands

– Mugu ikki gera sama feilin sum danir

Føroyingar eiga ikki at gera, sum tey ætla at gera í Danmark, og strika dýra biðidag, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-10 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast danska stjórnin ætlar at strika dýra biðidag frá komandi ári, eiga vit í Føroyum at halda fram við at halda hendan frídagin og heiligdagin.

Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í skrivi, sum kann lesast her.

– Umframt at teir kirkjuligu heiligdagarnir minna okkum á kristna boðskapin, sum okkara samfelag er grundað á, so hava heiligdagarnir eisini eitt annað týdningarmikið endamál sum gagnar okkum bæði sum einstaklingar og sum samfelag, sigur Jóhannis Joensen, sum vísir á, at heiligdagarnir geva øllum "ein triltrongdan skáa frá gerandisliga meldrinum".

Tingmaðurin sigur, at tað er umráðandi, at føroyingar ikki gera sama feilin sum danir.

– Vit krevja nógv av okkara borgarum í dag, og eg haldi, at tað er umráðandi at vit minnast til at geva okkurt aftur. Tað besta, vit kunnu geva aftur til borgaran, er tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder