Almenni geirin í USA hevur nú verið afturlatin í 28 dagar, og 800.000 almenn starvsfólk hava framvegis onga løn fingið.
Hóast nógv finnast at amerikanska forsetanum, Donald Trump, tí at hann framvegis noktar at lata tað almenna upp aftur, fyrr enn hann hevur fingið játtað fígging til ein múr á markinum til Meksiko, so eru eisini tey, ið stuðla forsetanum fullkomiliga.
- Eg vil hava ein múr. Vit stuðla forsetanum 100 prosent. Vit vilja ikki hava fleiri ólógligar tilflytarar inn í landið, sigur ein kvinna úr Parkburg, West Virginia við DR.
- Um nakað hevur týdning, um mann veruliga trýr uppá nakað, sum eg trúgvi uppá múrin, so eigur mann at vera til reiðar at ofta nakað. Sum t.d. lønarseðilin. Eg veit væl, at nógv av teimum, sum koma hertil flýggja undan ekstremum fátækradømi. Men tað ber ikki til hjá okkum at bjarga øllum heiminum, vit noyðast at taka okkum av okkara egnu fyrst, sigur ein annar.
Sambært flestu meiningakanningunum, halda 53 prosent av amerikanarunum, at Trump og republikanski flokkurin eiga skyldina fyri, at landið er komið í hesa støðuna, meðan 29 prosent peika á demokratarnar.
Demokratiski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hevur biðið Trump um at útseta sína "state of the union speech", sum er árliga røðan hjá forsetanum um støðuna í landinum.
Trump hevur síðani sagt við Pelosi, at ferðir hennara til m.a. Egyptalands og Afghanistan við einum amerikanskum hernaðarflogfari mugu útsetast, til ein semja er funnin, men hon er tó vælkomin at fara við vanligum ferðafólkaflogfari.
Væntandi fer Trump í kvøld at bera fram nýtt uppskot til fíggjarlóg fyri demokratunum í røðu, sum eisini verður send í sjónvarpinum.
Sambært amerikonskum miðlum ætlar hann tó ikki at sleppa kravinum um fígging til ein múr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald