Innanlands

Seks klipp í gjár

Seks bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-30 09:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna kring landið, og í hesum sambandi vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Í Norðragøtu vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 102 og 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Í Fuglafirði koyrdi ein 111 kilometrar um tíman, og í Kollafirði varð ein tikin fyri at koyra 102 kilometrar um tíman.

Ein varð eisini tikin í Runavík, og ein í Søldarði. Teir koyrdu ávikavist 73 og 75 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

Allir fingu klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder