Innanlands

– Mugu vera varin, hvussu vit fara við móðurmálinum

– Er eingin virðing longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum, spyr Jógvan á Lakjuni, sum finst at uppskotinum um at broyta starvsheiti hjá ting- og landsstýrisfólki, sum skal viðgerast í tinginum í dag

Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-15 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Spyrji meg sjálvan, hvussu okkara háttvirda Løgting kann fáa seg til at skunda hetta ígjøgnum.

Soleiðis sigur Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður í lesarabrævi.

Hann finst at uppskotinum um at broyta starvsheiti hjá ting- og landsstýrisfólki, sum skal til 2. viðgerð í tinginum í dag.

Hann skrivar m.a., at at uppskotið ger seg inn á málið, og hevur ikki havt eina nágreiniliga, djúptøkna og virðiliga viðgerð.

– Móðurmálið er nakað av tí allar dýrasta, vit eiga, og tí mugu vit vera ógvuliga varin, hvussu vit fara við tí, sigur Jógvan á Lakjuni.

– Tá ið Løgtingið nú ætlar at gera seg inn á málið og nú ”ger upp við tey almennu kallkynsheitini” í lógini, sum formansskapurin orðar seg, og setur eitt nýtt orð, ”løgtingsfólk / tingfólk”, í staðin, so undrar tað meg. Hvørki orðið ”løgtingsfólk” ella ”tingfólk” standa í teimum føroysku orðabókunum ella finnast á Sprotanum t.d. Er hetta tann rætta loysnin? Eg haldi ikki.

Tað, sum Jógvan á Lakjuni heldur vera púra burturvið í uppskotinum, er "vanvirðingin av orðinum og tí meir enn túsund ára gamla embætinum, 'løgmaður'".

– Latið verður upp fyri orðinum ”løgkvinna” (ja, mann trýr, tað er skemt), og eg spyrji bara, um eingin virðing er longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum. Tað tykist fyri mær, sum at tað er ein politisk korrektheit, ið stýrir øllum, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder