Innanlands

Rendi á eltalvu - og allir lyktapelar sløknaðu

Ein bilur rendi á eina eltalvu uttanfyri Norðoyatunnilin, og hetta hevði við sær, at lyktapelar í Klaksvík sløknaðu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt beint áðrenn klokkan fýra var eitt ferðsluóhapp við Norðoyatunnilin - Klaksvíksmegin.

Ein bilførari, sum kom koyrandi úr tunlinum misti onkursvegna tamarhaldið á bilinum og rendi á eina eltalvu. Hetta hevði við sær, at allir lyktapelar í Klaksvík sløknaðu.

Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk eitt sindur av skaða.

Tað er ógreitt, hví førarin misti tamarhaldið á bilinum, men hann koyrdi ikki ávirkaður, leggur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder