2026-02-28 17:43
Á aðalfundi hjá Tænastumannafelagnum herfyri varð Meinhard Gaardlykke, afturvaldur til formann í tvey ár afturat.
Næstformaðurin, Bárður Enni stóð eisini fyri vali, og varð hann eisini afturvaldur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Andrea Nielsen kassameistari var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali, men Hallur Fróðin Bech, skrivari stóð fyri vali, og varð hann eisini afturvaldur.
Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
- Meinhard Gaardlykke, formaður
- Bárður Enni, næstformaður
- Andrea Nielsen, kassameistara
- Hallur Fróðin Bech, skrivari
Eykalimir:
- Elisabeth Jacobsen
- Petur Sigurd Justesen
Roknskapargrannskoðari: Eyðun Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald