Innanlands

- Nevndin fer ikki víðari í málinum um føroyska fosturtøku

Føroysk fosturtøka hevur aftur verið til viðgerðar í Vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum. Við umboðum fyri ST og føroyskar felagsskapir. Men ikki føroyska Almannamálaráðnum

(Mynd: norden.org)

(Mynd: norden.org)

2021-07-01 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar halda liva framvegis ikki upp til sínar skyldur, tá tað ræður um at liva upp til málsetningarnar í ST-sáttmála um kvinnurættindi, CEDAW-sáttmálan. Serliga ikki í spurninginum um rættin hjá kvinnum til fosturtøku.

Hetta kom fram á fundi í vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum í gjár. Við á fundinum vóru felagsskapir úr Føroyum umframt umboð frá CEDAW-nevndini hjá ST, fyrrverandi franski politikarin, Nicole Ameline.

Fara ikki víðari við málinum
Spurningurin um føroysku fosturtøkulóggávuna kom til atkvøðugreiðslu í nevndini, men ein meiriluti var fyri ikki at fara víðari við hesum málinum í norðurlendskum samanhangi, men vísir á týdningin av, at kjakið heldur fram í Føroyum, skrivar heimasíðan norden.org, sum er ein kunningartænasta hjá bæði norðurlendska ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum.

Umframt ST-umboðskvinnuni madam Nicole Ameline, hevði nevndin eisini boðið føroyska Almannamálaráðnum við á fundin. Men ráðið luttók ikki við ávísing til, at ráðið ikki viðurkennir, at Føroyar bróta altjóða fyriskipanir í hesum sambandi, skrivar norden.org.

[object Object]Nicole Ameline, umboð fyri CEDAW-nevndina hjá ST

Føroyar seta til viks rættindi hjá kvinnum
Vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum hevur víst áhuga fyri fosturtøkuviðurskiftunum í Føroyum, og var tí sinnað at vita hvørja støðu CEDAW-nevndin hjá ST hevur til henda spurningin.

Nicole Ameline vísti á fundinum á, at føroyska fosturtøkulóggávan setur til viks ávís rættindi hjá kvinnum.

Lóggávan kann eisini hava ta avleiðing, at nakrar kvinnur leita sær ‘alternativar loysnir’ fyri at fáa framt fosturtøku, og at hetta kann vera til vanda fyri heilsuna hjá teimum.

Nicola Ameline  mælir tí til at Føroyar broyta lóggávuna.

- Kynslig og nøringsrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av yvirgangi vegna kyni, og er tí ein skerjing av rættundunum hjá kvinnum, var niðurstøðan hjá ST-umboðskvinnuni.

Almannaráðið viðurkennir ikki brot
Sum sagt, so luttók Almannaráðið ikki á fundinum. Umframt at vísa á, at ráðið ikki metir seg bróta altjóða avtalur, so vísir ráðið eisini á, at talan er um innanhýsis mál í Føroyum, og tí ikki eitt mál, sum viðkemur almenna norðurlendska samstarvinum.

Bente Stein Mathiesen úr Noregi, forkvinna í nevndini sigur soleiðis:

- Norðurlandaráðið hevur virðing fyri føroyska sjálvstýrinum, og hevur lurta eftir føroysku nevndarlimunum og føroyska ynskinum um sjálvt at taka sær av hesum málinum. Eg meti okkara arbeiði í Norðurlandaráðnum sum ein pallur, har mál, ið viðkoma borgarum í Norðurlondum verða tikin upp fyri at politikarar kunnu læra og verða eggjaðir av hvørjum øðrum, tvørtur um landamørk. Tað er gott, um okkara átak kann skapa nýtt kjak um fosturtøkulóggávuna, sum vit vóna, at Føroyar vilja taka víðari.

- Men hetta er eitt samanestt mál, og meirilutin hevur altso gjørt av, at vit ikki skulu fara víðari við hesum málinum, sigur hon við norden.org.

[object Object]
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í etiska ráðnum (Savnsmynd)

Mælir til virðiligt kjak
Á fundinum í gjár luttóku eisini føroyska javnstøðunevndin, etiska ráðið og Amnesty International, sum løgdu fram og góvu eina heildarmynd av málinum, sum eisini snýr seg um mentan, trúgv, javnstøðu og mannarøttindi.

Etiska ráðið greiddi soleiðis frá:

- Yvirornaði spurningurin í fosturtøkukjakinum er, um fokus skal vera á rættinum hjá fostrinum ella rættinum hjá kvinnuni. Í teimum londum, har tað er frí fosturtøka, er fokus á rættindunum hjá kvinnuni. Í føroysku lóggávuni er fokus meira á rættinum hjá fostrinum. Tað er møguligt at fáa tikið fosturtøku í Føroyum, men tað eru ávís krøv, ið skulu vera til staðar, áðrenn loyvi verður givið. Tað pínufulla í fosturtøkukjakinum er, at tað er so nógv upp á spæl. Tað er trupult at verja eina støðu uttan at gera seg inn á hina, greiddi forkvinnan í etiska ráðnum, Anne Mette Greve Klemmensen frá.

Hon tekur ikki støðu í málinum, men mælti til at hava eitt virðiligt kjak – nakað, sum breið semja var um, skrivar norden.org.

[object Object]
Anna Falkenberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyskar eru ikki javnsettar í mun til kvinnur í hinum Norðurlondum
Ungdómsins Norðurlandaráð, sum eisini hevði umboð á fundinum hevur fleiri ferðir gjørt samtyktir um “fría fosturtøku í øllum Norðurlondum”. Føroyska Anna Falkenberg, limur í ungdómsnorðurlandaráðnum er fegin um, at nevndin hevur varpa ljós á málið, men heldur at kjakið skal takast innanhýsis í Føroyum.

- Grundleggjandi haldi eg, at føroyska fosturtøkulóggávan skal broytast, so kvinnan fær valið. Hetta er ein spurningur um javnrætt í heilsuverkinum, har føroyskar kvinnur ikki eru javnsettar í mun til kvinnur í hinum Norðurlondum, segði Anna Falkenberg. 

Nýggjasta CEDAW-frágreiðingin um støðuna í Føroyum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder