Í farnu viku boðaði Løgmálaráðið frá, at kommunuvalið í Runavíkar kommunu 12. november í 2024 verður ógildað, og at umval verður í kommununi, og umvalið er nú lýst við kunngerð.
Umvalið verður, sum áður fráboðað, 13. januar 2026.
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 týsdagin 23. desember 2025.
Av tí at talan er um umval, fer atkvøðugreiðslan fram sambært teimum valevnislistum, ið vórðu nýttir til kommunuvalið í Runavíkar kommunu 12. november 2024.
Við umvalinum kunnu bert teir persónar velja, sum høvdu valrætt í Runavíkar kommunu 12. november 2024, stendur í kunngerðini, sum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald