– Nú standa vit í tí støðu at tann innlendska smittan nokk ikki er serliga sannlík, tað er bara eftir at verja markið hjá okkum, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, sum fegnast um, at eingin smitta er staðfest innanlands í eina viku.
Les eisini: Ein vika uttan nýggja koronasmittu
Pál Weihe sigur við Kringvarpið, at tað er umráðandi, at fólk, bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk, sum verða kannað við komu, lata seg kanna aftur á sætta degi. Eisini er tað umráðandi, at tey eru ansin og halda frástøðu, til tey hava fingið seinna kanningarúrslitið.
Eru fólk ansin og lata seg kanna aftur á sætta degi, eru vit rættiliga væl vard, sigur hann.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald