Innanlands

– Nú er koppseting meira neyðug enn nakrantíð

– Tey smittaðu, sum higartil eru fangað í kanningunum við landamarkið, fara nú ótarnað at ferðast ímillum okkum. Tí er stórur vandi fyri, at smittan tekur dik á seg ímillum ókoppsett fólk, sigur landslæknin. Tað er serliga tey ungu, sum enn ikki hava latið seg koppseta

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2021-09-04 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú fólk ikki longur skulu kannast fyri koronusmittu við komu til Føroya, er sannlíkt at smittan í størri mun enn áður, fer at breiða seg ímillum ókoppsettar føroyingar. Tí er tað nú meira umráðandi enn nakrantíð, at fólk lata seg koppseta, sigur COVID-19 koppsetingarbólkurin í skrivi.

– Tey smittaðu, sum higartil eru fangað í kanningunum við landamarkið, fara nú ótarnað at ferðast ímillum okkum. Tí er stórur vandi fyri, at smittan tekur dik á seg ímillum ókoppsett fólk. Einasti máti at tryggja seg ímóti smittu er at lata seg koppseta, og tí vóni eg, at ferð kemur á aftur koppsetingina ímillum tey yngru, tí tað eru serliga tey yngru, sum enn ikki eru koppsett, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Fleiri enn 90 prosent av øllum føroyingum eldri enn 55 ár eru liðugt koppsettir, og út ímóti 90 prosent í aldursbólkinum 45-54 ár, men ímillum tey yngru ættarliðini gongur tað trekari at lata seg koppseta.

Tað er serliga tey í aldursbólkinum 25-34 ár, sum eru óvard ímóti koronusmittuni. 77 prosent av teimum hava fingið fyrra prikið, og 69 prosent eru liðugt koppsett.

Í aldursbólkinum 35-44 ár hava 79 prosent fingið fyrra prikið, og 75 prosent eru liðugt koppsett.

Koppsetingin av teimum 12-15 ára gomlu er stutt síðan byrjað, og her skulu foreldrini eisini geva sítt samtykki. 23 prosent í hesum aldursbólkinum hava fingið fyrra prikið, og nøkur fá hava eisini fingið seinna prikið.

Sambært koppsetingarbólkinum sæst í londunum rundan um okkum, eitt nú í Danmark og Noregi, at tað nú er í teimum yngru ættarliðunum, at koronusmittan breiðir seg. Og tað sæst aftur í innleggingunum í hesum báðum londunum, har tað nú í alsamt størri mun eru ung fólk og fólk í bestu árum, sum verða løgd inn á sjúkrahús við álvarsligum sjúkuteknum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder