Innanlands

- Nú er lagaliga løtan

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur við Kringvarpið, at umvælingin av høvuðsmotorunum á Smyrli varð framskundað orsakað av koronastøðuni

Smyril siglur í løtuni ikki við fullari ferð. Siglingartíðin er ein lítil hálvur tími longur enn vanligt í hesari vikuni

Smyril siglur í løtuni ikki við fullari ferð. Siglingartíðin er ein lítil hálvur tími longur enn vanligt í hesari vikuni

2020-04-27 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin skrivaðu vit, at Smyril var farin at sigla við skerdari orku til og við 3. mai.
Hetta orsakað av viðlíkahaldi av einum motorunum. Hetta ávirkar siglingartíðina í tann mun, at hon nú er áleið tveir og ein hálvur tími.

Tað er ein av høvuðsmotorunum, sum nú verður umvældur.  Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur við Kringvarpið, at ætlandi skuldi hetta arbeiðið gerast í juni, men orsaka av korona-ferðaætlanin passaði tað væl at gera nú.

Ferðafólkatalið er ikki so stórt nú, og við at gera arbeiði nú fer umvælingin ikki at órógva seinni, tá ferðasambandið er komið í rættlag aftur.

Seinasta yvirhálingin á hesum sinni

Eftir ætlan siglir Smyril við fullari ferð frá í næstu viku av, tí arbeiði við høvuðsmotorinum verður eftir ætlan liðugt sunnudagin 3. mai. 

Hetta er seinasta yvirhálingin í hesum umfarinum, og tí kunnu ferðafólk gleðast um, at tað gongur rímiliga rúm tíð til næstu yvirháling av hesum slagnum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen við Kringvarpið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder