Innanlands

- Nú má nýggj Nólsoyarferja koma á politisku dagsskránna

Ferðasambandið um Nólsoyarfjørð er ikki nøktandi, og ein bilferja til Nólsoynna skal byggjast beinanvegin, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

2019-09-02 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú má nýggj Nólsoyarferja koma á politisku dagsskránna og í samgonguskjalið. Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

- Eg skilji væl, at nólsoyingar ikki góðtaka, at ferðasambandið um Nólsoyarfjørð aftur og aftur verður darvað. Støðan í vikuskiftinum er eitt neyðarróp frá nólsoyingum um at fáa ordiligt ferðasamband. Sambandið til Havnar er rætt og slætt ov vánaligt og ikki nøktandi fyri nólsoyingar og onnur ferðafólk, sigur hon.

Annika Olsen vísir á, at eini 60 fólk hvønn dag ferðast úr Nólsoy til arbeiðis og í skúla í Havn og aðrastaðni, og avloysaraskipini eru ikki nóg stór til at nøkta tørvin hjá nólsoyingum.

- Enn einaferð fáa Nólsoyingar eina skerda ferðaætlan, og Jósup røkir farleiðina millum Nólsoynna og Havnina. Jósup er ein fínur bátur, men rørslutarnað fólk eru sett til viks, og enn einaferð mugu vinnurekandi standa við sviðið soð.

Sum skilst, kemur eitt nýtt avloysaraskip í sigling í staðin fyri Jósup, men neyðugt er at fáa eina varandi loysn, og tí er neyðugt, at landsins myndugleikar seta pening av og raðfesta Nólsoyarskipið sum tað fyrsta, heldur Annika Olsen.

- Tað skuldi verið óneyðugt at greitt myndugleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívæðr. Fari tí at krevja, at ein virðilig loysn verður funnin. Nú skal ein bilferja til Nólsoyar byggjast beinanvegin, sigur borgarstjórin at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder