
Tunnilin og vegurin eru als ikki bygdir til at súkla og ganga ígjøgnum. Tað, sum nú hendir, er óansvarligt.
Hetta sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri og núverandi varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, um Húsareynstunnilin og Havnarvegin, sum lótu upp fyri tveimum vikum síðan.
Tveir dagar áðrenn tunnilin læt upp fyri almennari ferðslu, kunngjørdi Tórshavnar kommuna, at tað ikki bara var tann dagin, at tað bar til at súkkla gjøgnum tunnilin. Húsareynstunnilin og Havnarvegur skuldu eisini vera ein partur av súkklufarleiðunum í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hesum tekur varaborgarstjórin als ikki undir við.
- Býráðið hevur als ikki samtykt at hetta skal verða so. Býráðið hevur samtykt, at í staðin skulu nógvar gøtur gerast til súkling og gongufólk. Hetta er longu gjørt fram við Havnarvegnum.
- Ferðsluætlan bleiv gjørd um alt hetta økið av arbeiðsgevara, okkara teknisku fyrisiting og av Landsverk og politinum. Samtykt og avgreitt.
Skeltir vóru sett upp um alt hetta. Dagin fyri at tunnilin bleiv tikin í brúk, blivu hesi skeltir tikin niður. Óansvarligt, sum eg ikki standi inn fyri, sigur Heðin Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald