Innanlands

– Økið arbeiðsútboðið á eldraøkinum

Tørvur verður á nærum 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið í 2035, umframt starvsfólk fyri tey sum innan 10 ár fara á pensjón, sigur Búskaparráðið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-16 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tørvur verður á nærum 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið í 2035, umframt starvsfólk fyri tey sum innan 10 ár fara á pensjón. Land og kommunur eiga tí at gera ætlanir fyri, hvussu arbeiðsútboðið á eldraøkinum kann vaksa, sum bæði kann vera at fáa røktarstarvsfólk upp í tíð og at økja um starvsfólkatalið á eldraøkinum, skrivar Búskaparráðið.

Tørvurin á fleiri røktarstarvsfólkum veksur komandi árini. Myndin niðanfyri vísir ein framroknaðan tørv á nærum 450 fleiri røktarársverkum í 2035, um tey, sum verða 80 ár og eldri í 2035, í miðal hava sama tørv á eldra- og røktarbústaði, sum tey í sama aldursbólki høvdu í fjør. og bygnaðurin av eldraøkinum er hin sami sum í 2024.

[object Object]

Burturav verandi starvsfólkahópi í 2024 á 950 ársverk, vóru 75 ársverk omanfyri pensjónsaldur. Harafturat fara sløk 230 ársverk at røkka pensjónsaldur innan komandi 10 árini. Tískil er framtíðartørvurin á nýggjum røktarstarvsfólki størri, enn 450 ársverk fram til 2035, um ikki kommunurnar gera íløgur í størri og effektivari eindir á eldraøkinum, skrivar Búskaparráðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder