Stóra konserttiltakið Voxbotn var í høvuðsstaðnum í nátt, og í hesum sambandi hava bæði løgreglan og samarittarnir havt úr at gera - ja, faktiskt hava tey ongantíð áður havt so nógv at gera sum á hesum tiltakinum, sigur løgreglan.
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og løgreglan hevði úr at gera við at hjálpa fullum fólkum í hesum sambandi. Talan var um serstakliga nógv ung fólk millum 14 og 18 ár.
Tvey fingu bót fyri brot á politiviðtøkurnar, og sjúkrabilurin hevur eisini verið eftir fólki.
- Har vóru eini 40 hendingar bara á Voxbotn. Hvørki vit ella samarittarnir hava nakrantíð havt so nógv at gera sum á hesum tiltakinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at samarittarnir gjørdu eitt fyrimyndarliga gott arbeiði í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald