Innanlands

Ákæruvaldið kærir Bakkafrostmálið

Niðurstøðan hjá Føroya rætti um at málið var fyrnt skal nú roynast í Eystara landsrætti.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-17 12:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákæruvaldið sleppur ikki ákærum sínum í umfatandi málinum móti Bakkafrost.

Í tíðindaskrivi í dag sigur ákæruvaldið, at avgerð er tikin um at kæra úrskurðin hjá Føroya rætti til landsrættin.

Tað var í apríl í ár, at Bakkafrost varð ákært fyri brot á flutningskunngerðina. Sambært ákæruvaldinum hevur Bakkafrost siglt millum aliøki uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

3. november kom Føroya Rættur við niðurstøðuni, at málið var fyrnt. Eftir niðurstæðuna í rættinum fekk ákæruvaldið 14 dagar at taka støðu til kæruspurningin. Og í dag komu boðini um at kæruspurningurin verður kærdur.

Tað er landsrætturin, sum avger, nær málið verður viðgjørt, og hvørt tað verður viðgjørt á einum rættarfundi ella á skrivligum grundarlag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder