Innanlands

- Óskiljandi at Paul Watson er leyslatin

Tað skalar rættarkensluna hjá okkum øllum, at Paul Watson er leyslatin, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður

Paul Watson uttanfyri Anstalten í Nuuk í gjár (Mynd: EPA)

Paul Watson uttanfyri Anstalten í Nuuk í gjár (Mynd: EPA)

2024-12-18 16:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At Paul Watson ikki skal standa til svars fyri sínar gerðir, er fyri mær óskiljandi.

Tað sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, um avgerðina hjá danska Løgmálaráðnum um ikki at ganga umsóknini úr Japan á møti, at útflýggja Paul Watson til rættarsókn.

[object Object]Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

Les eisini: Her verður Paul Watson leyslatin

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðan julimánað, meðan myndugleikarnir hava viðgjørt málið.

- Paul Watson er ein altjóða brotsmaður. Men ikki hevur tað eydnast at reist ákæru móti honum og latið dóm fella, tí maðurin flýggjar undan rættarskipanunum kring heimin. At leyslata Paul Watson skalar rættarkensluna hjá teimum, sum hava kent avleiðingarnar av hansara framferðarhátti gjøgnum áratíggju, heldur landsstýrismaðurin.

Les eisini: - Var ongantíð komin heimaftur úr Japan

- Føroyingar kenna alt til hansara framferðarhátt. Vit liva við honum hvønn dag. Og tað skuldi ikki ganga nógv meira enn eitt samdøgur frá at hann varð leyslatin, til hann kunngjørdi, at hann í næsta ár fer at gera seg inn á íslendska hvalaveiðu.

- Maðurin er altso leyslatin, hóast hann opið og erliga sigur ”Eg havi gjørt tað, eg geri tað, og eg fari at gera tað umaftur”, ger landsstýrismaðurin vart við.

Paul Watson varð handtikin 21. juli í havnini í Nuuk, tá hann við skipi sínum John Paul de Joria legði at fyri at bunkra á veg til Japan at stríðast móti hvalaveiðu.

Les eisini: - Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá grindaaktivistum í Føroyum

[object Object]Paul Watson varð leyslatin í gjár (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder