Innanlands

Caféin á Mølini er ársins íverkseti 2025

Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, ið eiga og reka fyritøkuna

Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni (Mynd: Íverksetarahúsið)

Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni (Mynd: Íverksetarahúsið)

2025-11-21 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at Caféin á Mølini, er kosin Ársins íverkseti 2025.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin á Hotel Hilton.

Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Tað var Løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Caféin á Mølini til Ársins íverkseta 2025.

Løgmaður segði millum annað soleiðis um Ársins íverkseta:

- Ársins íverkseti, ið er ein familjufyritøka, sum maður og kona mynda, hevur megnað at brotið uppúr nýggjum úr tí gamla. Raksturin er støðugt betraður og fyritøkan hevur skapt góð fíggjarlig úrslit. So mikið góð, at felagið spennir seg enn meira út í árunum, ið koma, og gerst ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni ikki bara á Sandoynni, har virksemið er, men í føroyskari ferðavinnu sum heild.

Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, ið eiga og reka fyritøkuna.

Caféin á Mølini húsast í søguligum umhvørvi har vinna og handil hevur verið í fleiri ættarlið. Úr hesum søguliga stað í hjartanum á einari føroyskari bygd er sprottin ein fyritøka, ið sambindir føroyskt gestablídni og fyritakssemi í eitt fyrsta floks tilboð, ið bjóðar seg fram til føroyingar og til ferðafólk úr øllum heraðshornum. Navnið á fyritøkuni kemur av staðarnavni í Skálavík, har fyritøkan húsast.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Rúni Djurhuus, ið er eigari av fleiri fyritøkum í ymiskum vinnugreinum. Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Suffíu Nón, stovnara av fyritøkuni FJORD, og frá Jaspur Langgaard stjóri og ein av stovnarinum av fyritøkuni Kodio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder