Nú kavi hevur ligið, og gravimaskinur hava havt úr at gera við at skumpa kava burtur, hevur løgreglan havt úr at gera við at seta seg í sambandi við eigarar av bilum, sum hava staði til ampa fyri kavaruddingini.
Og hetta hevur ført til, at komið er fram á heilt nógvar bilar, sum standa á almennum øki uttan nummarspjaldur.
Í gjár varð funnið fram til ikki færri enn 10 bilar uttan nummarplátur – í hesum føri vóru teir flestu í Eysturoynni, men løgreglan er eisini vitandi um, at tað eisini er ein trupulleiki í Havn.
Av tí at bilar uttan nummarplátur ikki eru tryggjaðir, so mugu hesir als ikki standa á almennum øki ella við almennan veg.
Í slíkum føri setir løgreglan ein reyðan seðil á bilin og setir seg í samband við eigaran. Stendur bilurin við sama lag eftir 48 tímar, verður hann fluttur fyri eigarans rokning. Tað vil siga, at lokalu myndugleikarnir flyta bilin inn á eitt avlæst øki til endamálið, og so verður bilurin ikki útflýggjaður aftur fyrr enn millumverandi við bileigaran er avgreitt.
Í øðrum førum verður bilurin koyrdur í bilapressuna og burturbeindur. Løgreglan ásannar, at í nógvum førum er talan um bilar, sum eigarin ikki hevur fingið upp í lag at beina burtur.
Tveita kavabløk
Meðan kavin hevur ligið hevur løgreglan eisini fingið hópin av uppringingum frá óðum bilførarum, sum hava kært seg um, at kavabløk verða tveitt eftir bilum. Hesir tilburðir eru staðfestir kring alt landið hesar seinastu dagarnar.
Í ongum av førunum, er tað eydnast løgregluni at finna fram til hvør hevur tveitt kavabløkini, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald