Ov lítið av føroyskum tilfari er á netinum, og ov fáir møguleikir er hjá foreldrum at læra sangir, so at tey kunnu syngja saman við børnunum.
- Um ein leitar eftir føroyskum tilfari á Youtube, er tað syndarliga lítið at finna, og so skjótt ein er liðugur at hyggja at einari føroyskari sjónfílu, so fer tað av sær sjálvum víðari til eina aðra sjónfílu, ið ikki er føroyskt.
Soleiðis skrivar Lis Jacobsen í grein á skulabladid.fo, har víst verður á, at tað er ein trupulleiki, at ov lítið føroyskt tilfar er framleitt til eitt nú youtube.com.
Ein ørgrynna av sangum og filmum eru á enskum, donskum, russiskum o.s.fr., men alt ov lítið tilfar er, sum kann hjálpa føroyskum børnum at menna málið.
- Í dagsins samfelag í Føroyum verður nógv tosað um, at børn brúka ov nógv útlendsk orð, men hvussu kunnu vit vera við til at bata um støðuna? Eitt hugskot er sjálvandi at gera meir av føroyskum sjónfílum á Youtube, skrivar Lis Jacobsen.
Les alla greinina hjá Lis Jacobsen her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald