2026-03-11 10:56
Ein fregatt hevur fyrrapartin verið at sæð millum Stong og Eystnes - áleið útfrá gomlu Hoyvíkini.
Tað kann skjótt staðfestast, at hendan ikki er donsk.
Portalurin hevur spurt seg fyri, og staðfestir Uttanríkis- og mentamálaráðið, at talan er um eina bretska fregatt.
Júst í morgun hevur hon krokað tætt við Havnina.
Talan er um HMS St Albans, sum skal á Oyrarreingir. Eftir ætlan verður skipið liggjandi til leygardagin, upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið
HMS St Albans var eisini í Føroyum síðsta summar - í juli 2025.
![]()
HMS St. Albans á Havnini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald