Innanlands

- Pápi verður hildin til fanga í Eind 4 í Almannaverkinum

Lítli stuðulin, sum pápi Elisabeth Haraldsen fær, verður munandi skerdur, tí starvsfólk í Almannaverkinum fara í summarferiu

Elisabeth Haraldsen

Elisabeth Haraldsen

2018-07-11 10:30 Author image
Oda Strøm
placeholder

Lítli stuðulin uppá 16 tímar um vikuna, sum pápi Elisabeth Haraldsen fær orsakað av seinaheilaskaða, verður nú munandi skerdur, tí starvsfólk í Eind 4 í Almannaverkinum fara í summarferiu í viku 29, 30 og 31. 

- Pápi mín hevur epilepsi. Hann fekk eitt herindi 14. mai í 2010, og varð innlagdur í fáar dagar. Síðan bleiv hann útskrivaður og sjúkraskrivaður í 14 dagar, við væntanum um, at hetta nokk skuldi laga seg. Hann var tá 57 ára gamal, hevði arbeiði og var fult arbeiðsførur. Komin heim, vísti tað seg skjótt, at eingin framgongd var at hóma. Hann fekk feilviðgerð á Landssjúkrahúsinum, ið førdi við sær heilaskaða vegna iltmangul.

Skaðin førdi við sær, at pápi Elisabeth nærum einki stutttíðarminni hevur og er kognitivt ávirkaður, og tað merkir, at hann er ikki førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, men megnar hetta við stuðli, sum hann fær frá Eind 4 í Vágum í Almannaverkinum. 

Tey avvarðandi hava tó fingið skriv frá Eind 4, har tey stutt fáa at vita, at stuðulin nú verður munandi skerdur, tí starvsfólk skulu í summarferiu. Elisabeth og tey avvarðandi vísa á, at hetta kann ikki bera til, tí Almannaverkið eigur at vara av veikastu borgarunum í samfelagnum, og hon hevur tí skrivað eitt langt skriv til miðlarnar, ið lýsir málið. 

- Hetta stutta skriv (frá Almannaverkinum, red.) vísir eitt øvugt menniskjasýn, tá væntanin er, at Almannaverkið, ið varar av samfelagsins veiku borgarum, kann hava ”industriferiu” í tríggjar vikur. Tað er ikki nógv vatn runnið í ánni síðan Edvard Heen vísti á, at streykan hjá námsfrøðingum var ”lívshættislig”, tá starvsfólk ikki vóru tøk. Hóast hetta, vísir sami stovnur í nú verki, at tey ikki seta borgaran í fyrstu rekkju, men summarferiuna hjá starvsfólkum. 

- Vit hava, síðan á sumri 2015, sent fleiri kærur, harímillum eisini til Føroya Kærustovn. Eindarleigarin Birita Clementsen, saman við Andreu Petursdóttir, leiðara, siga á fundi 23. oktober 2015, at tey ikki hava ekspertisuna at fáast við fólk við seinheilaskaða í Eind 4 í Vágum. Hóast hetta, hava tær ikki tikið stig til, og valt, við støði í pápa mínum, at flutt hann í aðra eind, ið hevur hesa ekspertisu, nevniliga Eind 8, soleiðis at pápi mín kann fáa eitt virðiligt lív, og vit avvarðandi kunnu føla, at hetta er ein rættvís, trygg og góð skipan.

- Vit hava í fleiri umførum gjørt vart við hetta hjá landstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen, ið varðar av hesum tilboði, og leiðslu. Hon hevur endaligu ábyrgd av hesum, og vit vænta, at hon nú tekur hetta alvorligt, tí nú er nokk! Um ikki hon hevur ekspertisu til hetta, vænta vit at onkur annar tekur sær av hesum og fær skil á. 

Alt skrivið frá Elisabeth Haraldsen vegna tey avvarðandi kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder