
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur fingið nokk, nú rúsevni eisini eru at finna millum skúlaungdóm í skúlatíð. Hann hevur sett Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og sum varar av Taks, ein grein 52 fyrispurning, um stovnurin hevur nóg nógva orku at tálma nýtsluni av ólógligum rúsevni í Føroyum.
Hann ynskir at vita, um starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum er vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum seinastu 20 árini, og um tað er nøktandi, at Taks í 2020 hevur styrkt um tolleftirlitið við einum tollara.
Rúsevnini síggja út til at floyma ótálmaði til Føroya. Frá ungfólki frættist, at tey javnan fáa í boði at keypa sær ólóglig rúsandi evni. Ungdómurin er okkara dýrasta tilfeingi, øll framtíð landsins liggur í hondunum á ungdóminum. Tað er tí sera óhugnaligt at verða vitni til, at ein munandi partur av okkara ungdómi kemur í samband við ólóglig hørð rúsevni dagliga, sigur Brandur Sandoy í viðmerkingunum.
- Avleiðingarnar eru ógvusligar av nógvu rúsevnunum. Alt frá tí at goldið verður fyri hendan rúsin við seksuellum tænastum, sigst, til at heilar familjur fara í knús, hjúnaskilnaðir, og at foreldur ikki fáa røkt sítt arbeiði vegna vøkunætur og hartil hoyrandi sjúkrameldingar vegna strongd. Fyri ikki at tala um heilsuligu trupulleikarnar, ið ungdómur okkara fær upp á sikt av hesum vandamiklu rúsevnum.
- Samfelagsliga er hetta ein stórur trupulleiki, og tí mugu vit sum ábyrgdarhavandi taka málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað, væntandi at hesin trupulleikin bara hvørvur aftur av sær sjálvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald