Innanlands

– Sættast ikki við remis – finn støðugt virknar leikir

Løgmaður tosaði í talv-sjargon og boðaði millum annað frá, at landsstýrið nú til lønarsamráðingar um krónum heldur enn prosent, at pensjónsaldurin ikki verður hækkaður fyrr enn um 10 ár og at Føroyar fara at lata Ukraina skjóttgangandi bátar í stríðnum móti russum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-29 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmaður kavaði niður í talv terminologiina, tá hann í dag helt sína árligu frágreiðing til løgtingið í sambandi við at nýtt tingár byrjaði í dag, ólavsøkudag.

Hann sammetti politiska arbeiði við talvleik, og nýtti dømi úr talvsøguni og støður á talvborðinum fyri at lýsa hvussu hann sær politisku avbjóðingarnar, sum standa fyri framman.

Og hann brúkti eitt nú orðini hjá Føroya einasta stórmeistara, Halga Dam Ziska, tá hann lýsti sína støðu í avgerandi talvinum at vinna sær stórmeistaraheitið. Við støðugt at finna virknar og skapandi leikir, tí ein telvari ikki skal sættast við remis – javntalv – so leingi ein møguleiki er at vinna.

Broytingar í ríkisrættarligu støðuni

Eitt av dømunum úr talvi er, at ein telvari má flyta fólki, um hann nertir tað. Løgmaður brúkti hesa myndina at lýsa støðuna á ríkisrættarliga økinum. Bæði vit føroyingar og eisini danir ‘hava nortið fólki’, og mugu nú flyta.

Vit í 2012, tá táverandi sambandsløgmaður í setanarrøðu ynskti sær ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og í 2023 tá danski statsministarin í síni setanarrøðu ynskti eitt ‘javnbjóðis samstarv millum trý fólk, trý lond og tríggjar tjóðir’.

- Eg eri púra samdur. Báðir partar – bæði Føroyar og Danmark – hava nortið fólki. Tíðin er búgvin at flyta leikin, segði Aksel V. Johannesen, men legði eisini afturat:

- Men tað krevur, at vit í Føroyum standa saman.

Samráðast í krónum

Løgmaður kom víða um í sínari røðu, har hann lýsti bjartar politiskar ætlanir, tó uttan altíð at koma við greiðum lyftum um hvussu og nær hesar ætlanirnar verða settar ella kunnu setast í verk.

Ein ítøkilig ætlan er at gera nakað við støðugt vaksandi lønargjónna millum há- og láglønt.

Tí fer landsstýrið longu í heyst sum útgangsstøði at broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar. At tað í størri mun verður samráðst um krónur heldur enn um prosent.

- Eirargarður kann gerast okkara Oyrasund

Tá tað kemur til at betra um umstøðurnar hjá teimum ungu, sum lesa í Føroyum, so nevndi løgmaður, at umframt at fara undir at byggja kampus á Frælsinum í Havn, so er eisini ætlanin at økja um lestrarstuðulin, sum í Føroyum er væl lægri enn í Danmark. Hann verður hækkaður komandi summar.

Eisini verður farið undir at innrætta ein av bygningunum á Eirargarði til á leið 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra.

- Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrasund, segði løgmaður.

Hann boðaði eisini frá, at Bústaðir nú fáa boð um at arbeiða øðrvísi. Ikki fleiri dýrar íbúðir, men bíligir bústaðir til ung, ungar barnafamiljur, støk og eldri fólk, sum vilja flyta úr sínum sethúsum.

Og so er tað avtøkan av ‘grønmeti, blæum og øðrum útvaldum vørum’, sum fer at gera mun – serliga hjá barnafamiljum, hækkan av hámarkinum fyri barsilspening upp í 30.000 krónur og framhaldandi arbeiði fyri at stytta arbeiðsvikuna vóru eisini lyftir givin um.

Hægri pensjónsaldur um 10 ár

Og so er tað hækkingin av pensjónsaldrinum, ið jú er eitt átak, sum serliga Framsókn trýstir á, til tess at betra um fíggjarliga haldførið.

Um pensjónsaldurin segði løgmaður:

“Tað er gott, at miðallivialdurin framvegis hækkar. Men tað merkir, at vit fáa pensjón í støðugt fleiri ár, og at vit gerast støðugt fleiri eldri. Men  samstundis verða støðugt færri at rinda. Tað hongur ikki saman.

Og broytingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2035. Tá verða tær stigvísar og við undantøkum. Eitt nú kunnu tey, ið hava arbeitt frá ungum árum, fara frá áðrenn pensjónsaldur. Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár.”

Vónir um semju um Suðuroyartunnil

Um hitt stórmálið, sum ikki varð avgreitt í seinastu setu, Suðuroyartunnilin, segði løgmaður:

“Missir tú fólkið, tapir tú talvið. Seinastu 40 árini hevur Suðuroyggin mist nógv fólk og stendur til  at tapa, verða ikki avgerandi leikir fluttir. Vit hava tikið ábyrgd. Vit hugsa væl og fara hóvliga. Vit hava í huga, at aldrin kann ein gjørdur leikur broytast. Nú kanna vit fleiri møguleikar, áðrenn vit flyta. Eg eri vónríkur um breiða semju, tá ið vit leggja uppskotið fram aftur í heyst. At vit standa saman.”

Á samferðsluøkinum lovaði løgmaður eisini, at Dalstunnilin helst verður latin um í ár og at farið verður undir Tjørnuvíkstunnilin í komandi ári. Og at tvær nýggjar ferjur, onnur til Kalsoyar og hin til Svínoyar og Fulgoyar, verða bygdar í næstum – tann fyrra verður boðin út í ár.

Lata skjóttgangandi bátar til Ukraina

Uttanríkispolitiskt er tað kríggini í Ukraina og Gasa og serliga viðurskiftini við Russland, sum órógva í løtuni, umframt ótrygga støðan, kanska serliga við tollstríðnum, sum USA er farið undir.

Løgmaður nevndi konkret at landsstýrið arbeiðir við at hjálpa Ukreinska við at lata teimum skjóttgangandi bátar.

Og viðvíkjandi stongslinum av ávísum russiskum trolarum, segði løgmaður, at landsstýrið í næstum fer at biðja løgtingið um at víðka um verandi heimildir, soleiðis at Føroyar kunnu seta tiltøk í verk móti tveimum russiskum reiðaríum, eins og ES og Noreg longu hava gjørt.

“Ikki orsaka av krígnum í Ukraina, men tí orsøkir eru at halda, at teirra skip taka lut í illgrunasomum virksemi.”

Løgtingið kemur saman aftur hósdagin at viðgera løgmansrøðuna.

Ólavsøkurøða løgmans í fullum líki sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder