
Sum vit hava skrivað í morgun, hevur telefonin hjá løgregluni ringt ofta síðani rímiliga seint í gjárkvøldið, umframt at nógv fólk er komið inn á støðina.
Vaktleiðarin sigur við miðlarnar, at tað í stóran mun hevur verið talan um full fólk, ið hava havt tørv á hjálp.
Og nógv dømi hava verið um heilt ung fólk.
- Tað er ikki fyri at peika fingar, og vit skilja, at ólavsøka er nakað serstakt, men vit hava sæð nógv ógvuliga ung fólk, sum hava verið ávirkaði og hava havt trupulleikar.
Vaktleiðarin slær her fast, at hann ikki meinar við persónar, sum eru beint undir 18 ár; til dømis 17 ár.
Tað eru millum annað tannáringum, sum samarittar og løgregla hava hjálpt upp, til hús o.s.fr.
- Samarittarnir hava runnið og stríðst og hava aftur verið óførir á ólavsøku.
Løgreglan er ikki liðug at skrásetta allar uppringingarnar og málini, og men higartil er niðurstøðan, at einki veruliga stórt mál hevur verið á ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald