2018-07-23 18:58
Ungmannafelagið Samband heldur, at samkyndir menn skulu sleppa at geva blóð, eins og allir aðrir samfelagsborgarar, sum tey orða seg.
Tað sigur nevndin í lesarabrævi, sum er sent út til miðlarnar í dag.
- Tey, ið hava verið útsett fyri HIV smittu nýliga, skulu ikki sleppa at geva blóð – men tað skal fevna um alt fólkið. Ein maður skal ikki verða útilokaður einans grundað á, at hann er samkyndur.
- Hugt skuldi heldur verið eftir lívsstílinum hjá tí einstaka, um viðkomandi hevur blóð ið er egnað og uttan smittu. Alt í alt, skulu vit taka kjakið upp og ikki stigmatisera, heldur ungmannafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald