Samráðingarnar millum USA og Ukraina hava verið uppbyggjandi men tó ikki lættar, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Partarnir hava verið savnaðir í amerikanska statinum Florida seinastu dagarnar at umrøða amerikanska uppskotið til friðarætlan millum Ukraina og Russland, sum nú hava verið í kríggi í nærum fýra ár.
Umboð fyri USA eru m.a. serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og Jared Kushner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump, og leygardagin tosaði Zelenskyj við tær báðar.
– Amerikonsku umboðini kenna grundleggjandi støðuna hjá Ukraina. Samrøðan var uppbyggjandi, hóast hon ikki var løtt, segði Zelenskyj í videoupptøku sunnukvøldið sambært Reuters.
Í dag skal Zelenskyj hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer; týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz; og franska forsetan, Emmanuel Macron í bretska høvuðsstaðnum London.
Macron hevur frammanundan boðað frá, at Ukraina kann líta á teirra óvikandi stuðul, og er neyðugt at halda fram at leggja trýst á Russland fyri at tvinga landið til frið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald