Innanlands

- Samstarvið í seinastuni hevur ikki verið sum tað plagdi

Tróndur Sigurðsson vil tó ikki tosa ov nógv um Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði ella Heðin Mortensen. - Eg vil ikki gera hetta til eitt persónstríð - tað haldi eg ikki vera virðiligt, sigur hann við KVF

Nógv væntaðu, at júst Tróndur Sigurðsson fór at taka borgarstjórasessin, tá Heðin Mortensen gavst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nógv væntaðu, at júst Tróndur Sigurðsson fór at taka borgarstjórasessin, tá Heðin Mortensen gavst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-22 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint í gjárkvøldið gjørdist tað endaliga greitt, at Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Bjørg Dam og Súna Mørk øll stilla upp á øðrum lista enn á Javnaðarlistanum til kommunuvalið 12. november. Hetta saman við 13 øðrum.

Sí eisini: 17 stilla upp á kommunulistanum

Tað hevur verið stríð í seinastuni, og Tróndur Sigurðssoin váttar í samrøðu við Kringvarpið á middegi, at samstarvið "ikki hevur verið sum tað plagdi".

Sum skilst hevur ónøgdin hjá Javnaðarumboðum serliga snúð seg um, at Heðin Mortensen kortini stillar upp aftur, umframt at fóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, eisini er á listanum.

Tróndur Sigurðsson vildi í samrøðuni í útvarpinum ikki koma nakað inn á hetta ella á "eitt persónstríð", sum hann tó skilir, at miðlarnir hava sjóneykuna á. Hann hugsar um nýggja flokkin

Hoyr samrøðuna við stigtakaran HER

Heðin Mortensen niðurspældi eisini støðuna, tá hann var í Kringvarpinum í gjár

Nógv væntaðu, at júst Tróndur fór at taka borgarstjórasessin, tá Heðin Mortensen gavst.

Nú eru fýra av seks Javnaðartinglimum í Tórshavnar Býráði og yvir 1.600 atkvøður av Javnaðarlistanum burtur. Tróndur staðfestir tó, at hann framvegis er Javnaðarmaðurin - og at flokkurin er politiskt óheftur.

- Vit eru politiskt óheft. Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni og vilja saman við tær skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll við skilagóðari fíggjarstýring.

Soleiðis stendur millum annað í skrivinum hjá Kommunulistanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder