Hóast samgonguflokkarnir vóru samdir um at atkvøða ímóti einum uppskoti frá tingkvinnunum Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir fyrr í ár, so ætlar samgongan at broyta stýrisskipanarlógina so, at løgtingskvinnur ikki longur eru løgtingsmenn í lógarinnar orðing.
Tað boðaði løgmaður frá í setanarrøðu síni í dag.
- Sjálvandi eru løgtingskvinnur ikki menn, segði løgmaður í dag, hóast fleiri av hansara samgongufeløgum fyrr í ár brúktu nógva tíð at greiða tinginum og almenninginum frá, at orðið ’maður’ í hesum føri fevnir um øll kynini.
Løgmaður segði hetta í sambandi við, at hann boðaði frá, at tað nú verður farið undir eina tilgongd at dagføra sýrisskipanarlógina. Tí í sama viðfangi, sum hann staðfesti, at kvinnur ikki eru menn, segði hann, at tað er neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál og viðgera partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru yvir føroyskari lóggávu
Hann fer tí í næstum at kalla inn allar flokkar til at umrøða hesar broytingar.
Løgmansrøðan kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald