Uttanlands

– Skotar góvu eitt greitt svar í 2014

Í brævi til skotska fyrstaráðharran sigur bretski forsætisráðharrin, at tað ikki er tíð til eina nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing frá restini av Stórabretlandi – Skotskt fólkaræði skal ikki vera ein fangi hjá Boris Johnson ella nøkrum øðrum forsætisráðharra, sigur Nicola Sturgeon

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, heldur, at Brexit hevur broytt støðuna, og ynskir hon nýggja fólkaatkvøðu, hóast tað bert eru átta ár, síðan skotar søgdu nei (Mynd: EPA)

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, heldur, at Brexit hevur broytt støðuna, og ynskir hon nýggja fólkaatkvøðu, hóast tað bert eru átta ár, síðan skotar søgdu nei (Mynd: EPA)

2022-07-07 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon skrivar á Twitter í morgun, at hon fegnast um, at ruðuleikin, sum hevur verið í bretsku stjórnini seinastu dagarnar, nú fær ein enda.

Eisini setur hon spurnartekin við, um tað er haldbært, at Boris Johnson heldur fram í forsætisráðharrasessinum til í heyst, sum hann sambært bretskum miðlum ætlar sær, hóast hann í morgun hevur boðað frá, at hann fer at leggja frá sær.

Tó sigur hon eisini, at tað er trupult at vera leiðari, og hóast hon og Boris Johnson eru ósamd um nógv, ynskir hon persónliga honum og familjuni alt tað besta.

Í gjár fekk Sturgeon eitt bræv frá Boris Johnson, har hann greiddi henni frá, at hann helt tað vera ov tíðliga at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi.

Tað eru bert átta ár síðani, at meirilutin av skotum á fólkaatkvøðu segði nei til at loysa frá restini av Stórabretlandi, og tað er ov tíðliga at taka støðu til spurningin av nýggjum, heldur hann.

– Meðan land okkara stendur yvirfyri higartil ósæddum avbjóðingum bæði innanlands og uttanlands, kann eg ikki taka undir við, at tað er tíð at taka nýggja støðu til spurningin, sum fekk eitt greitt svar frá skotska fólkinum í 2014, stendur í brævinum.

Nógv er tó hent hesi átta árini, síðan skotar søgdu nei til loysing. Eitt nú er alt Stórabretland farið úr ES, og tann avgerðin hevur givið bretum fleiri avbjóðingar, m.a. við innflyting av vørum og spurningin um markið millum Norðurírland og Írland.

Hóast ein lítil meiriluti á fólkaatkvøðuni í 2016 atkvøddi fyri at fara úr ES, ynskti meirilutin av skotum at vera verandi. 62 prosent av skotsku veljarunum atkvøddu ímóti at fara úr ES.

Skotland fekk av bretsku stjórnini loyvi til at skipa fyri fólkaatkvøðu í 2014, og um Skotland ætlar sær at hava nýggja fólkaatkvøðu uttan góðkenning frá stjórnini, krevst loyvi frá bretska hægstarættinum, sum skal avgera, um fólkaatkvøðan er lóglig, skrivar Ritzau.

Sturgeon deildi brævið frá Boris Johnson á Twitter í gjárkvøldið, og setti hon tá eisini spurningin, um hetta mundi vera ein av seinastu gerðum hansara sum forsætisráðharri.

Les eisini: Boris Johnson játtar at leggja frá sær

Víðari skrivaði hon.

– Fyri at gera tað púra greitt. Skotland fer at hava møguleikan at velja sjálvræði – eg vóni at hetta verður gjøgnum eina fólkaatkvøðu 19. oktober 2023, men um ikki, so gjøgnum eitt tjóðartingsval. Skotskt fólkaræði fer ikki at vera ein fangi hjá hesum ella nøkrum øðrum forsætisráðharra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder