Ein ógvuslig hitabylgja herjar í løtuni í Evropa, og í framtíðini kunnu vit vænta fleiri av hasum slagnum, so leingi sum lofthválvið á Jørðini framvegis gerst heitari, og miðilhitin í heiminum økist.
Tað sigur Sebastian Mernild, professari í veðurlagsbroytingum og leiðari á veðurlagsdeplinum á Syddansk Universitet, sum eisini hevur verið við til at skriva seinastu veðurlagsfrágreiðingina hjá ST.
Tá vit liva í einum heimi, sum gerst heitari, fara vit eisini at síggja fleiri ógvusligar hitabylgjur, og koma vit at síggja tær oftari, sigur hann sambært Ritzau.
Í fjør var summarið í Evropa tað heitasta, sum nakrantíð varð skrásett í hesum landspartinum. Miðalsummarhitin í evropeiskum londum varð máldur til eitt stig yvir miðaltalið, sum er mált í tíðarskeiðnum 1991-2020.
Hitabylgjan, sum nú herjar, kemur úr Sahara í Afrika, og er hon síðani komin norðureftir.
Fyrst rakti hitabylgjan Suðurevropa, men fyrst í komandi viku væntast hon eisini at raka Týskland og Stórabretland, har veðurfrøðingar vænta, at nýtt hitamet verður sett. Gamla metið er 38,7 stig, ið varð sett í Cambridge í 2019.
Les eisini: Undantaksstøða í Stórabretlandi orsakað av hitabylgju
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald