Hóast eingin skipaður midnáttarsangur skuldi vera á Vaglinum í ár, og mælt var til at fylgja við heima við hús og í grannaløgunum, vóru kortini túsundatals fólk, sum savnaðust at syngja saman á Vaglinum á midnátt.
Michael Boolsen, fúti og formaðuri í farsóttarnevndini, harmast um, at túsundatals fólk ikki fylgdu tilmælinum.
– Tey hava ikki fylgt tilmælinum hjá mær, og tað haldi eg sjálvandi vera keðiligt. Vit mugu ásanna, at smittan er ikki yvirstaðin. Tað hava hendingarnar í Klaksvík hesar seinastu dagarnar jú prógvað, sigur hann í samrøðu við Útvarpið.
– Vit fáa smittuna uttanífrá, og tá smittan kemur uttanífrá og inn til Føroya, er tað uppaftur meira umráðandi at uppføra seg skynsamt.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald