![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er á Facebook-tráði hjá sambandstingmanninum Johan Dahl, at Bill Justinussen, tingmaður í miðflokkinum og partur av samgonguni, hóttir við at slíta.
- Sjálvandi skulu samkynt foreldur og teirra børn javnsetast og hava somu rættindi og sømdir í samfelagnum sum øll onnur, skrivar Johan Dahl, og spurdur m hvussu han ætlar at loysa hetta svarar hann:
- Fyrst ætli eg mær at royna at tosa við flokkin og samgonguna, og um ikki tað ikki ber á mál, so komið eg at atkvøða fyri málinum í løgtinginum, longri er tann søgan ikki.
Johan Dahl (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Her er Bill Justinussen skjótur at svara, at so er eingin samgonga.
- So er ongin samgonga, longri er tann søgan ikki, skrivar Bill Justinussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald