Mentan

- Soleiðis bleiv eg til CeeCee

Fyri fyrstu ferð fer Cecilia “Ceecee” Jacobsen at greiða frá síni søgu um at vera tann fyrsti alment transkyndi føroyingurin

2018-10-04 09:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Fyri fyrstu ferð greiðir yrkis-Life Coach Cecilia “Ceecee” Jacobsen frá síni søgu um at vera tann fyrsti (og leingi tann einasti) alment transkyndi føroyingurin; um hvussu ógvusligt uppvøksturin í hesum lítla samfelagi ávirkaði alt lív hennara, og um hvussu tað kennist at vera “kend” fyri nakað, hon ongantíð bað um og ongantíð ynskti.

Soleiðis skrivar Norðurlandahúsið um fyrilesturin við 28 ára gomlu Ceciliu Jacobsen av Toftum, sum verður 8. november í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

- Hon fer eisini at greiða frá um kropsligt kyn, kynssamleika, og hvat tað veruliga merkir fyri hana at hava verið tvørkynd. Kom og lýð á hennara endurminningar um djúpt persónligar lyklaløtur frá fyrstu barndómsminnunum til kynsskurðviðgerðina; um flýggjanina úr Føroyum til eitt fremmant land, har hon goymdi samleika sín frá øllum í tvey samfull ár, og um hvussu hetta ávirkaði hana. Cecilia fer at greiða frá sínum heilt sermerkta innliti og lærdómi, eins og hon fer at hugleiða um, hvat onnur kunnu læra av upplivingum hennara. Á yvirflatuni ljóðar søga hennara sum ein sorgarleikur, men í roynd og veru er tað ein søga um at vinna á mótgangi og um at vera tann, tú ert, uttan mun til lívsins forðingar. Tað er ein søga um at finna seg sjálva, at góðtaka tað, tú finnur og elska tað. Tað er ein søga um at finna vegin til sanna gleði; ein leið, hon ynskir at avdúka fyri øllum.

Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder