Innanlands

Løgmálaráðharrin vil broyta navnið Danmarks Fængsler

Heitið á einum stovni eigur at vísa, at hann er í Føroyum. Tí er danski løgmálaráðharrin sinnaður at geva føroysku deildunum hjá Danmarks Fængsler eitt annað heiti.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin hevur spurt, um løgmálaráðharrin vil broyta heitið Danmarks Fængsler, so tað sæst týðiligari, at fongslið er í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin hevur spurt, um løgmálaráðharrin vil broyta heitið Danmarks Fængsler, so tað sæst týðiligari, at fongslið er í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-28 14:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað skrivar Nicolai Wammen, løgmálaráðharri, í svari til fólkatingskvinnuna Annu Falkenberg.

Anna Falkenberg spyr, um løgmálaráðharrin vil broyta heitið Danmarks Fængsler, so tað sæst týðiligari, at fongslið er í Føroyum.

Nicolai Wammen er samdur í, at heitini á almennum stovnum í Føroyum so vítt gjørligt eiga at vísa, at stovnarnir eru í Føroyum. Hann sigur eisini, at hann hevur tikið málið upp við landsstýrið. Løgmálaráðharrin tekur eisini fegin ímóti uppskotum um eitt heitið.

Danmarks Fængsler rekur fongslini í danska ríkinum. Stovnurin æt Kriminalforsorgen til 1. november 2025, tá hann fekk núverandi heiti.

Heitið Danmarks Fængsler sæst aftur á deildunum í Føroyum, og eitt nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum. Tí hevur Anna Falkenberg sett sjóneykuna á málið, tí hon heldur, at stovnar í Føroyum eiga at hava føroysk heiti.

- Eg fegnist um, at løgmálaráðharrin tekur væl ímóti uppskotinum, og eg fari at skjóta upp, at nýggja heitið verður Føroya Fongsul. Eg síggi sambandið við landsstýrið sum eitt tekin um, at heitið verður broytt. Verður tað ikki broytt, fari eg at taka málið uppaftur. sigur Anna Falkenberg.

Svarið frá Nicolai Wammen sæst her

Sambandsflokkurin á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder