Innanlands

Góðtaka ikki avgerðina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum

Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunur góðtaka ikki avgerðina um at leggja eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna á Tvøroyri. Tær krevja, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, og at møguleikin fyri eini heilsumiðstøð í Vági verður tikin í álvara.

Kommununrnar sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví uppskotið um at byggja víðari á verandi Heilsumiðstøð í Vági ikki varð valt

Kommununrnar sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví uppskotið um at byggja víðari á verandi Heilsumiðstøð í Vági ikki varð valt

2026-11-28 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunur góðtaka ikki avgerðina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum um at leggja eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna á Tvøroyri.

Í einum felags og formligum mótmæli til Heilsu- og orkumálaráðið finnast tær fýra kommunurnar at avgerðini um staðsetingina. Tær halda ikki, at avgerðin í nóg stóran mun tekur atlit at endamálinum við nýggju heilsulógini, sum millum annað skal tryggja borgarunum heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Les eisini: Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

Kommununrnar sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví uppskotið um at byggja víðari á verandi Heilsumiðstøð í Vági ikki varð valt, skriva tær.

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið verður eisini lagt upp til, at verandi kommunulæknaviðtalur kring landið skulu varðveitast og mennast við fleiri heilsutænastum.

Kommunurnar halda, at landafrøðilig viðurskifti, ferðing, atkomuviðurskifti og responstíð eiga at verða tikin við í metingina, og sambært kommununum er tað ikki nóg mikið at vísa á fyrimunirnar við einum sterkari fakligum umhvørvi og betri samstarvi, uttan samstundis at prógva, at borgarar í allari oynni fáa somu atgongd til heilsutænasturnar.

Krevja nýggja viðgerð
Kommunurnar heita á Heilsu- og orkumálaráðið um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð, viðgera uppskotið um eina heilsumiðstøð í Vági og leggja fram eina ítøkiliga meting av atkomuviðurskiftum og responstíð í bæði norðaru og syðru helvt av Suðuroynni.

Harumframt vilja kommunurnar hava eina greiða frágreiðing um, hvussu kommunurnar eru tiknar við í tilgongdina, og hvørjar ítøkiligar grundgevingar liggja aftan fyri avgerðina um ikki at velja Vág.

Kommunurnar leggja dent á, at tær ikki eru ímóti at menna heilsutænasturnar í Suðuroynni ella at skapa eitt sterkari fakligt umhvørvi. Men tær vilja ikki góðtaka, at ein slík menning fer fram á kostnað av atgongdini hjá borgarunum í syðru helvt.

Tær fýra kommunurnar halda tí fast við, at Heilsumiðstøðin í Vági skal vera ein partur av framtíðar heilsuskipanini í Suðuroynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder