
Okkurt kundi bent á, at ávísur ófriður er ella hevur verið innanflokks í Tjóðveldi eftir løgtingsvalið hósdagin, tá flokkurin gekk 0,7 prosentstig aftur eftir hálvtfjórða ár í andstøðu.
So mikið, at flokkurin í dag hevur sent eina fráboðan út alment, um at aðalstjórn, tingmanning og lokalfeløg standa saman um flokkin.
Fráboðanin er soljóðandi:
“Nú ivi er sáddur alment, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins. Vit stuðla øll royndunum hjá Tjóðveldi at skipa samgongu og koma í landsins stjórn og ynskja øllum hepna hond og styrk í arbeiðinum”.
Fráboðanin er undirskrivað av tingmanningini, aðalstjórnini í flokkinukm og øllum valfeløgunum og ungmannafelagnum.
Serliga er tað støðan hjá Høgna Hoydal, formanni, sum spurnartekn hevur verið sett við, eitt nú í kjakum á sosialu miðlunum.
Hesar søgur fingu bein at ganga á, tá sjálvur formaðurin í aðalstjórn floksins, Rógvi Nybo, sum sjálvur stillaði upp til løgtingsvalið og fekk 93 persónligar atkvøður, skrivaði soleiðis í dagføring á Facebook:
“Fyri flokkin harmist eg, at vit gingu aftur samanlagt. Tað vísir greitt, at vit hava brúk fyri endurnýggjan og endurreising av tjóðveldisflokkinum”.
Fráboðanin í morgun kundi bent á, at aðalstjórnarformaðurin ikki hevur fingið undirtøku fyri sínum tonkum í floksleiðsluni.
(tekstur og undiryvirskrift rættað kl. 1254)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald