Innanlands

- Størst møguligan samfelagsliga ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini

Hetta er sambært løgmanni grundregulin fyri, at Føroyar nú fara spakuliga upp aftur í ferð. Bárður á Steig Nielsen sló á tíðindafundinum fyrrpartin fast, at talan vóru um sera truplar avgerðir

2020-04-08 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ávísur spenningur hevur verið, til at Føroya løgmaður fór at kunngerða, hvussu Føroyar spakuliga fara upp eftir ferð eftir páskir.

Bárður á Steig Nielsen byrjaði við at siga, at smittutølini er góð (t.v.s lág), og at hetta er at fegnast um. 10 eru smittaði seinastu vikuna, og av teimum vóru tey flestu í sóttahladi frammanundan, upplýsti løgmaður, sum segði, at hetta gav orsøk til vón og vísti, at góða atferðin hjá borgarunum hevur givið úrslit:

- Tit hava verið fyrimyndarlig

Hesi vóru boðini, áðrenn løgmaður staðfesti, at koronastøðan kom knappliga og rakti tann blómandi búskapin hart:

- Trøini vuksu heldur ikki inn í himmalin hesaferð.

Bárður á Steig Nielsen slóg fast, at nú er tíðin at standa saman um føroyska vinnulívið. Tó er tað ikki ein spurningur um heilsu ella búskap – tað er ikki so svart og hvítt – tað hevur nú snúð seg um at finna neyðu javnvágina. Løgmaður viðurkendi, at tað er trupult at finna røttu javnvágina, tí tað finst einki fordømi, eingin frymil, eingin uppskrift, og einki úrslit. Hann segði, at í veruleikanum var avgerðin líka torfør – um ikki meira torfør, enn tá landstýrið og myndugleikarnar settu ferðina niður 12. Mars

- Grundregulin er: Størst møguligan samfeagssligan ágóða fyri minst møguliga smittuspjaðing. Gera vit einki, missa vit tamarhaldið á smittuni, og tilmælini skulu framvegis takast í størsta álvara.

Broytingarnar

Tíðin við uttanlandsferðum og at savnast í stórum bólkum kemur ikki aftur fyribils, segði løgmaður, ið tó vísti á, at tað er umráðandi at opna eitt sindur upp aftur. Í hesum sambandi kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen at dagstovnar lata upp aftur 20. Apríl, og tað gera skúlar (fyri yngstu flokkunum), forskúlar og frítíðarskúlar eisini. Meira um tað kann lesast her, og klokkan 14 fer Jenis á Rana, mentamálaráðharri, saman við øðrum, at greiða nærri frá broytingunum á dagstovna- og skúlaøkinum. 

Støðan á sjúkrahúsinum verður tann sama. Skurðviðgerðir o.a ið ikki er bráfeingis verður fyribils útsett. Ítróttarkappingar kunnu fara í gongd aftur 9. mai - tó við tí tilmæli, at tað verður uttan áskoðarar. Ferðing frá og til Føroyar verður framhaldandi avmarkað, mælt verður staðiliga til, at fólk framhaldandi halda frástøðu og ikki savnast í stórum bólkum, og tí skulu millum annað krikjur og samkomur hava avmarkað virksemi.


Yvirlit: Tilmælini frá landsstyrinum

Les eisini: Dagstovnar lata upp og 1-3 flokkur byrjar aftur 20.apríl
                 Skulu ikki rokna við at sleppa út at ferðast fyribils


Coronaráðgeving stovnað

At Føroyar fara spakuliga upp í ferð, reisir sjálvsagt nógvar spurningar, skrivar Løgmansskrivsstovan.

Tí er ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum stovnað. Hon fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.

Eisini verður víst til heimasíðuna corona.fo og coronalinjuna. Telefonnummarið er 30 40 40.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder