– Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at Føroyar kunnu blíva eitt súkkluvinarligari land?
Tað er ein av spurningunum, sum Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum skal svara.
Tað er Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, ið hevur sett fyrispurningin. Hann vísir m.a. á, at tað ikki eru nógvar súkklur at síggja á landsvegunum í Føroyum, tí tað eru ikki bestu umstøður til hetta.
– Serliga á teimum vegum, har tað er nógv ferðsla. Tá eru súkklur og bilar oftani til ampa fyri hvønn annan. Hetta kundi tó verið annarleiðis, sigur hann.
– Til dømis hevur Danmark, so at siga, súkklubreyt framvið øllum landsvegum, og í Norra hava tey eina “súkklukontakt”, sum súkklarar kunnu trýsta á, áðrenn teir fara inn í ein tunnil, fyri at ávara bilar um, at ein súkkla er í tunlinum.
Steffan Klein Poulsen hevur eisini spurt Dennis Holm, hvat tað kostar pr. kilometur at hava eina súkklubreyt framvið landsvegum, hvussu tunlarnir í Føroyum kunnu gerast tryggari fyri súkklur, og hvat tað hevði kostað at sett eina sonevnda norska súkklukontakt upp við tunnilsmunnan.
Tingmaðurin vísir á, at áðurnevndu tiltøkini skapa munandi betri og tryggari umstøður fyri súkklarar, og kundi hetta verið við til at fingið fleiri føroyingar at súkkla.
Súkklubreytir høvdu eisini verið til stórt gagn fyri borgarar, sum fara til gongu ella renna ímillum bygdirnar, sigur hann.
– Súkklan er eitt sunt alternativ til bilin, sum brennir kaloriur til gagns fyri likamið, heldur enn at brenna olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald