Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan havt úr at gera við at hjálpa fólki, sum høvdu drukkið ov nógv.
- Tað var sum á ólavsøku, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Bæði í gjár og í nátt hevur løgreglan hjálpt fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum. Fleiri vóru avdotnir og máttu hjálpast á føtur, og summi vórðu koyrd heim.
Tveir mans vóru so druknir, at tað fekst ikki samband við teir, og tí gjørdi løgreglan av at koyra teir á sjúkrahús.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at ein førari í einum leigubili møguliga koyrdi ávirkaður, tí at hann koyrdi so óstøðugt.
Tað vísti seg tó, at bilførarin var edrúur.
- Allarhelst hevur talan verið um eitt ferðafólk, sum var vanur at koyra í vinstru síðu, og sum royndi at njóta útsýnið, samstundis við, at hann koyrdi, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald