Innanlands

Tobbi um fíggjarlógina: - Sum at dansa í siropi

- Vit koma ongan veg. Vit mugu inn í eina ella aðra rationalisering so skil kann fáast uppá búskapin, helt Tórbjørn Jacobsen fyri í Stjørnini - politikkur á skák á FM1

Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-21 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sitandi samgonga fekk av at vita hesa vikuna í sendingini "Stjórnini - poitikkur á skák", sum er á FM1 hvønn mikudag.

Fastir í panelinum eru royndir menn í politikki. Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen.

- Tey hava veruliga kýtt seg fyri at finna 53 milliónir ella har áleið burturav hesum sjey milliardir sum balansan er. Nú hava tey gjarað alt út aftur í hesum mvg'num sum skal takast av ymiskum vørum. Hetta er sum at dansa í siropi. Vit koma ongan veg, segði Tórbjørn Jacobsen.

- Vit mugu inn í eina ella aðra rationalisering. Vit eru komin inn í eina støðu í samfelagnum har vit eru farin í holt við at yviradministrera. Tað kostar at samtykkja lógir hendan vegin og handan vegin. Hvør lóg sum verður samtykt, kostar eina rúgvu av pengum fyri land, kommunur og fyri borgaran, segði Tórbjørn Jacobsen.

Hann heldur, at ein komandi fíggjarmálaráðharri og løgmaður mugu taka sær av hesum.

- Skal nakað skil fáast uppá hatta - og tað trúgvi eg einki uppá, at man fær í einum valári, má tað stýrast onkustaðni frá. Ein komandi fíggjarmálaráðharri og løgmaður mugu inn at stýra hesum her og taka í teymarnar á skipanini. So fáa vit haldføri í búskapin, helt Tórbjørn Jacobsen fyri.

Teir tríggir í panelinum Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen vóru samdir um, at tað verður eitt tungt politiskt heyst, nú fíggjarlógin skal leggjast fram.

Hoyr alla sendingina "Stjórnin - politikkur á skák" á fm1.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder