Mentan

- Sum tað var nakað negativt, at vilja vera ein genta

- Tað ringasta ein drongur vildi vera, tað var at vera ein genta, søgdu fólk, greiðir Cecilia Jacobsen frá í sendingini 25 minuttir

Skíggjamynd (Mynd: KVF)

Skíggjamynd (Mynd: KVF)

2018-10-23 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fólk plagdu at siga: Vilt tú vera ein genta ella hvat? Sum um tað var tað ringasta ein drongur vildi vera.

Tað sigur 28 ára gamla Cecilia Jacobsen í sendingini 25 minuttir, sum verður send í sjónvarpinum í morgin, men sum longu nú sæst á netinum.

Cecilia er tvørkynd og í samrøðuni við Rebekku Manuelu Behrens greiðir hon millum annað frá hvussu tað var at vaksa upp.

Hon greiðir eisini frá, at hevði kynsskiftið ikki verið gjøgnumført, hevði hon ikki verið á lívi í dag.

Síggj sendingina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder