
Lena Anderssen hevur konsert á Summar Festivalin í ár. Dugnaliga songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.
Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.
Í fjør kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og talan var um stórverk, sum fekk bestu skoðsmál frá ummælarum. Eitt nú lat Sosialurin í ummæli seks av seks stjørnum.
Seinasta árið hevur Lena Anderssen – sum nakað nýtt – útgivið tveir sangir á føroyskum máli. "Dugir tú at tosa føroyskt" hevur verið stórt hitt, og herfyri kom sangurin "Við hetta borðið".
Lena hevur ígjøgnum árini spælt óteljandi konsertir heima og burturi, og tað kennist sum nakað serstakt at fara á pallin frammanfyri fólki.
– Tað er nakað heilt serligt at standa á pallinum og spæla míni egnu løg. Tað hendir altíð okkurt millum tónleikararnar, men eisini millum áhoyrararnar og tey á pallinum. Fólkini, sum lurta, eru eisini við, sigur Lena Anderssen.
Lena Anderssen spælir leygarkvøldið saman við bólkinum á Summar Festivalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald