Í morgun kl 07.30 vórðu ferðsluljósini Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur tendrað. Tað var Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs, sum setti ljósini til. Hann var fegin um skipanina, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
- Síðani Kollafjarðartunnilin lat upp í 1992 er ferðslutrýstið økt munandi. Í dag koyra um 11.000 bilar um hetta vegamótið um samdøgrið. Hetta er tí eitt av mest ferðslutyngdu vegamótunum í landinum. Hartil er at viðmerkja, at flestu ferðsluóhappini landinum henda júst her, sigur Jákup Dam.
- Tórshavnar kommuna hevur frá tí at Kollafjarðatunnilin lat upp havt eitt ynski um at gera hendan teinin tryggari, ikki minst hetta vegamótið. Tað er tí mín vón og mítt ynski, at henda loysnin við ferðsluljósum fera at gera hetta vegamótið munandi tryggari og koma øllum ferðandi til góðar.
- Ikki er komið heilt á mál við vegamótinum, tí enn manglar at víðka um koyribreytirnar, men eg vænti at ljóskurvarnar einsamallar fara at betra munandi um ferðslutrygdina. Verandi samgonga hevur sett sær fyri at seta av 4 míó í 2020 til at gera arbeiðið liðugt, sjálvsagt skulu vit tá eftirmeta loysnina.
- Roknast skal við, at enn fleiri tílíkar loysnir, sum hava til endamáls at betra um framkomuleikan og ferðslutrygdina í býnum, leggast afturat komandi tíðina. Í sambandi við skúlabyggingina í Marknagili er ætlanin at seta upp ikki færri enn 6 tílíkar loysnir, tvær av hesum eru longu ávegis. Eisini aðrastaðni í býnum er ætlanini at stýra ferðsluni betur við ljósregulering.
- Tá ið tað er sagt, so er øllum greitt, at tað stóra ferðslutrýstið á hesum vegamótinum minkar ikki, fyrrenn innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum er liðugtgjørdur. Allir partar eru samdir um trupulleikan, men landsins myndugleikar hava ikki enn víst politiskan vilja til at seta pening av til endamálið.
- Tí mugu hesi viðurskifti vera komin uppá pláss, áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum og inn í býin. Munandi meira peningur má setast av til endamálið, tí skoðbráið er stutt. Og verður verandi vegakervið ikki avlastað, tá tunnilin letur upp, so verður ferðslutrýstið so stórt, at trupulleikarnir verða munandi størri enn í dag.
- Henda loysnin er so ein roynd at lætta um verandi ferðslutrýst. Eg vóni, at henda royndin kemur at hepnast væl, og fari at ynskja øllum bestu eydnu, sigur Jákup Dam í morgun við torshavn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald