Mikudagin 4. oktober í ár verður stór ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan ber heitið ”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”. Á ráðstevnuni verða framløgur og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum.
Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum.
- Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini og eisini kanningini, sum KRIS hevur gjørt fyrst í hesum árinum. Tølini frá hesi kanning verða løgd fram á ráðstevnuni. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelagi, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan.
Fyrilestrarhaldarar úr Danmark, Noreg og Føroyum vera við á ráðstevnuni. Eisini
verður pallborðsfundur við politikkarum og fakfólkum, har kjakast verður um evnið.
Skráin er fjølbroytt og vendir sær til øll, sum á onkran hátt arbeiða og fáast við menniskju – og tey sum hava áhuga fyri hesum evni. Tað kann vera sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, sosialráðgevar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og skótafeløg, samkomur, kirkjur - eins og foreldur og aðrir umsorganarpersónar.
Skráin sæst her
Tilmeldingin er á nlh.fo
KRIS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald