Innanlands

- Tað var hart – vit høvdu satsað alt og mist alt

Smoltstøðin á Dalábakka á Viðareiði fór av knóranum í 1992. Smoltstøðin er bara eitt av mongum virksemum, sum Danial Lydersen hevur verið uppi í. Tað nýggjasta er fýrabindsverk um Viðareiðis søgu, ið kemur út í heyst

2021-05-15 13:45 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Tey trúðu upp á verkætlanina og settu fyrst 800.000 krónur í partafelagið. Smoltstøðin varð staðsett inni á Dalábakka, tí umstøðurnar vóru serliga góðar har til eina smoltalistøð. Men tað var dýrt, tí tað lá burturi í óbygdum. Sum dømi nevnir Danial, at tað kostaði 150.000 krónur at leggja telefonkaðal inn í Dalar og 650.000 krónur at leggja háspenningslinju.

– Tað var kostnaðarmikið at fara út í oyðimørkina, men bankarnir vóru sera sinnaðir at lána pengar. Men rentan var ‘gyselig’, sum Danial tekur til, og leggur afturat, at í onkrum føri var rentan 22 prosent fyri yvirtrekk.

Felagið byrjaði sítt virksemið í 1986, og tað gekk væl fyrstu árini. Tað riggaði, sum tað skuldi, og alibrúkini keyptu og guldu fyri tað smolt, tey keyptu. Nakað av rakstrarfígging var, men raksturin var fyri stóran part eginfíggjaður.

– Vit høvdu verið í gongd í nøkur ár, men frá umleið 1989-1990 gjørdist tað tyngri og tyngri at fáa útistandandi inn, greiðir Danial frá.

– Eitt var, at tað byrjaði at sansa at, og at bankarnir nú hugsaðu seg tvær ferðir um. Men fólk høvdu ta fatan, at smoltaling var sum ein seðlapressa og at smoltalarar vóru milliarderar, og hetta ávirkaði heilt vist lánveitararnar, sigur Danial.

Tískil fekst eingin fígging, og tað gekk so bara til tað ikki gekk longur.

Les alla greinina um Danial Lydersen á Viðareiði ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder