Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen ynskir ikki at taka ímóti einum amerikonskum sjúkrahússkipi.
– Tað verður eitt nei takk herfrá, ger hann greitt í dagføring á Facebook.
– Vit hava eitt alment heilsuverk, har viðgerð er ókeypis hjá borgarum. Tað er eitt tilvitað val. Og ein grundleggjandi partur av samfelagi okkara. Soleiðis er tað jú ikki í USA, har tað kostar pengar at fara til lækna, sigur hann.
Jens-Frederik Nielsen leggur afturat, at grønlendingar tó framvegis eru opnir fyri samskifti og samstarvi við amerikanarar.
– Men tosið nú við okkum í staðin fyri bert at koma við meira ella minni tilvildarligum útsagnum á sosialum miðlum, sigur hann.
– Samskifti og samstarv er treytað av, at avgerðir um okkara land takast herheima.
Tað var sunnunáttina, at amerikanski forsetin, Donald Trump legði út eina vitlíkismynd av einum sjúkrahússkipi á Truth Social og skrivaði, at amerikanarar ætla at senda eitt sjúkrahússkip til Grønalands at taka sær av teimum sjúku, sum ikki fáa neyðugu viðgerðina í Grønlandi.
Les eisini: – Sjúkrahússkip ávegis til Grønlands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald